















Hjá S5 vita vit, at ongar fyritøkur eru eins. Tí byggja vit ikki standardloysnir, men loysnir, sum eru tillagaðar júst eftir tínum tørvi, arbeiðsgongdum og kundum.
















































Tí fært tú eina loysn, sum kennist sum hon er bygd júst til tín.
Tí tað er hon.
Við okkara loysn veitst tú altíð, hvat tú rindar. Vit halda, at greiðir og ærligir prísir eru lykilin til eitt gott og álítandi samstarv.
Uttan mun til, um tú hevur tørv á einum einstøkum terminali ella einari meira umfatandi gjaldsloysn, seta vit saman røttu tøknina og avtalutreytirnar, júst til tín tørv
Vit leggja dent á at veita góða kundatænastu, so tú altíð fært eina góða uppliving og skjót svar upp á tínar spurningar.
Við S5 sleppur tú skjótt í gongd. Vit syrgja fyri einari smidligari uppseting, so tú kanst brúka orkuna uppá at reka tína fyritøku.
Við PAX A920 Pro ella PAX A35 gerst tín fyritøka klár til framtíðina. Hesir terminalarnir eru bæði elegantir og snildir – gjørdir til at gera gjaldingar skjótari, tryggari og lættari. Intuitiv brúkarauppliving og framkomin tøkni gera teir til rætta valið fyri handlar, sum vilja geva kundunum eina góða uppliving frá byrjan til enda.
Gjaldsterminalarnir koyra á Android og sameina smidligar gjaldingar við hægstu trygd, so tínir kundar altíð fáa eina trygga og góða keypsuppliving.
Uttan mun til um tú arbeiðir í móta- og handilsvinnuni, í matvinnuni ella í flutningsvinnuni, so eru okkara gjaldsterminalar bygdir til at stuðla undir tínar tørvir við framkomnum møguleikum og góðsku.




Terminalarnir stuðla øllum vanligum gjaldsháttum: chip & PIN, nándgjaldingum, NFC og magnetstrípu. Teir dekka tí allar tínar tørvir – uttan at leypa nakað um.
Við einum gjaldsterminali frá S5 kanst tú tak í móti øllum teimum mest brúktu gjaldskortunum – eisini Dankort, lokalum gávukortum v.m.
















Hjá S5 byggja vit gjaldsloysnir, sum passa til tína fyritøku. Vit greina tínar tørvir, tillaga loysnina og seta hana í verk, so tú kanst savna teg um tað, tú dugir best -at reka tína fyritøku.
Útfyll kontaktfrymilin og greið frá, hvat tú hevur tørv á. Vit gjøgnumganga upplýsingarnar og finna ta loysnina, sum hóskar best til tína fyritøku.
Tá tú hevur sett teg í samband við okkum, vegleiða vit teg gjøgnum avtalu og onboarding tilgongdina. Okkara toymi tryggjar, at tú fært eina góða byrjan og eina loysn, sum riggar frá fyrsta degi.
Við S5 kemur tú skjótt í gongd við eina gjaldsloysn, sum bara riggar. Tú kanst vera trygg/ur í, at alt verður gjørt sum tað skal, og tú fært persónliga hjálp, tá tørvur er á tí.
Royn okkara tillagaðu gjaldsloysn, so tú kanst byrja at móttaka gjaldingar skjótt og ómakaleyst.

Jacob Olesen
Indehaver, Madam Cuba & Bitter Bar


Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Her finnur tú svarini upp á teir spurningar, sum oftast verða settir um okkara gjaldsloysnir.
Tað merkir, at vit seta teg og tínar tørvir í miðdepilin. Vit seta okkum inn í, hvørjir tínir kundar eru, hvussu tínar arbeiðsgongdir síggja út, og hvørji mál tú hevur. Síðani seta vit saman eina loysn, sum er skraddaraseymað júst til hesi viðurskifti.
Vit byrja altíð við eini gjøllari greining av tínari fyritøku: hvat slag av kundum tú hevur, hvussu nógv gjøld tú avgreiðir, og hvørjar skipanir tú brúkar í dag. Síðani byggja vit eina gjaldsloysn, sum passar júst til teg og tína fyritøku. Alt hetta er sjálvandi ókeypis fyri teg.
Við okkara gjaldsloysn kanst tú taka ímóti øllum teimum mest brúktu gjaldskortunum– Visa, Mastercard, Maestro, Dankort – og eisini SMS gávukortum og Havnarkortinum. Hetta tryggjar, at tínir kundar altíð kunnu gjalda við tí kortinum, sum hóskar best.
Við okkara gjaldsloysn fært tú bæði terminal og innloysaraavtalu í einum pakka– bygt rundan um tínar tørvir
Við okkara gjaldsloysn fært tú:
Ein PAX A920 PRO ella PAX A35 gjaldsterminal við chip & PIN, nándgjaldi og magnetstrípu.
Touchskerm og innbygdan printara.
Daglig útgjøld og skjótari gjaldingar.
Tú kanst eisini velja eina Softpay loysn, um tað hóskar betri til tína fyritøku.
Okkara terminalar hava bæði WiFi og 4G. Skuldi netið hjá tær svikið, ber til beinanvegin at skifta til aðra linju. Soleiðis sleppur tú undan óneyðugum steðgum og kanst framvegis móttaka gjaldingar.
Ja. Við okkara REST API er tað lætt at fáa gjaldsloysnina at rigga saman við flest øllum kassaskipanum. Um tú ikki hevur eina kassaskipan í dag, kunnu vit vísa til samstarvspartnarar, sum longu eru integreraðir – og annars hjálpa vit fegin tínum núverandi veitara við uppsetingini.
Vit eru tøk frá kl. 9 til 22, seks dagar um vikuna, og tryggja tær skjóta og álítandi hjálp. Við yvir 10 ára royndum vita vit, hvat krevst – og vit leggja okkum eftir at geva tær ta bestu tænastu.
Set teg í samband við okkum í dag, so hjálpa vit tær at optimera tína gjaldsloysn. Fleiri enn 2500 kundar hava longu spart pengar og fingið eina einfaldari loysn við okkum.


