





















Vit gera tað lætt fyri teg at reka tín nethandil við eini gjaldsloysn, sum bara riggar. Skjót uppseting, fleiri kundar, minni stríð og kappingarførar prísir.






















Ger gjaldsprosessirnar smidligar og gev kundunum eina betri uppliving.
S5 ger tað lætt og ómakaleyst at fáa tín nethandil upp at koyra – og tú kanst byrja at taka ímóti gjøldum longu innan fáar dagar.
Lat okkum taka okkum av tøknini, so tú fært tú meiri tíð og orku til at reka tína fyritøku.
Minka tínar útreiðslur við S5 og brúka peningin til at menna onnur týdningarmikil øki í fyritøkuni.
Práta við verulig fólk frá kl. 9 til 16, mánadag til fríggjadag. Vit leggja dent á at veita framúr kundatænastu, so tú altíð kennir teg væl viðfarnan.
Vit gera tað einfalt fyri teg: ongar ógreiðar loysnir, ongi óneyðug gjøld og ongin hálvgóð tænasta. Hjá okkum fært tú eina greiða, brúkaravinarliga loysn og eina tænastu, sum veruliga ger mun – bæði fyri teg og tínar kundar.
Tínir kundar fáa eina smidliga og trygga gjaldsuppliving við meira enn 50 ymiskum gjaldsmøguleikum. Tað ger tað lættari at gjalda, og tú fært fleiri sølur ígjøgnum.
Tað er skjótt og einfalt at binda gjaldsgatewayina saman við tína skipan – við beinleiðis integratiónum, plugins og einum sterkum API.
Frisbii gevur tær eitt samlað yvirlit yvir alt, so umsitingin verður bæði løtt og effektiv - og tú sleppur undan at blanda mennarar upp í hvørja lítla broyting.
Við okkara loysn fært tú bæði trygd og smidleika: meira enn 50 ymiskir gjaldsmøguleikar, lætta integratión og ein infrastruktur, sum altíð er tøkur (99,9%). Tú fært eina menniskjaliga kundauppliving, smidliga haldarastýring og eina loysn, sum er bygd til vøkstur. Hetta er loysnin til fyritøkur, ið vilja vaksa og fáa greiðari gjaldsprosessir. Einføld uppseting og skjót hjálp gera, at tú kanst byrja beinanvegin.
Gev tínari fyritøku bestu fortreytirnar fyri vøkstri við einum samstarvspartnara, sum skilur tínar tørvir og veitir tær amboðini at røkka tínum málum. Vit geva tær tryggar og fleksiblar loysnir, so tú kanst brúka orkuna uppá at skapa virði fyri tínar kundar. Frisbii er ment til fyritøkur við stórum málum.
Integrera okkara gjaldsloysnir lætt og ómakaleyst í tín nethandil. Okkara infrastrukturur gevur tær hægstu trygd, tá tú handfer gjaldingar. Við S5 og Frisbii fáa kundarnir fleiri gjaldsmøguleikar, samstundis sum teirra viðkvomu dátur verða vardar á hægsta stigi.
Frá sjálvvirkandi fakturering til kundaportalar, ger pallurin hjá Frisbii alla tilgongdina einfaldari. Tak ræðið á tínum afturvendandi inntøkum og minka um umsitingarkostnaðin. Við S5 og Frisbii kanst tú leggja orkuna í at styrkja fyritøkuna, meðan vit taka okkum av gjøldum og haldarastýring.
Vit fylgja tær allan vegin – frá onboarding til dagliga support – og tryggja, at alt riggar sum tað skal. Tú fært samstarvsfelagar, sum taka tína fyritøku í álvara og hjálpa tær at røkka bæði vøkstri og nýggjum málum.







Fyrst setur tú teg í samband við okkara sølutoymi og greiðir frá, hvørji ynskir og krøv tú hevur.
Vit tillaga gjaldsloysnina, so hon passar júst til tína fyritøku og tínar tørvir.
Vit geva tær eina ókeypis royndarkonto, har tú kanst royna skipanina og vera vís/ur í, at alt riggar, áðrenn tú byrjar.
Alt eftir hvussu umfatandi tín fyritøka er, kanst tú vanliga koma í gongd innan 3 gerandisdagar.

Tað tekur vanliga bara nakrar fáar gerandisdagar at koma í gongd. Hevur tú serlig ynskir, kann tað tó taka eitt sindur longri. Vit tryggja eina góða og smidliga tilgongd, so tú kanst brúka orkuna uppá at menna tína fyritøku víðari.
Vit brúka “interchange++” prísmodellið. Í mun til nógvar aðrar gjaldsveitarar er ‘’interchange++’’ nógv meira rættvíst enn tað, tú kanska kennir. Hetta merkir, at tú ongantíð skalt gjalda meira enn sjálvan kostprísin fyri hvørja transaksjón, pluss ein fastan sats. Við hesum kanst tú vera vís/ur í, at tú ongantíð rindar meira enn neyðugt fyri tínar transaksjónir.Við S5 fært tú eina gjaldsloysn, sum er skraddaraseymað til tína fyritøku og tínar tørvir.
Vit arbeiða við eini gjaldsgateway, sum er sera løtt at seta upp. Tú fært bæði beinleiðis integratiónir, plugin loysnir og eina sterka API, sum ger tað lætt at binda gjaldsgateway’ina saman við flest allar nethandlar.
Vit bjóða tær eina ókeypis ráðgevingarsamrøðu, har okkara serfrøðingar vísa tær, hvør loysn hóskar best til tína fyritøku. Aftaná fært tú eina royndarkonto uttan kostnað, so tú kanst tryggja at alt riggar, áðrenn tú fert ordiliga í gongd.
Supporttoymið hjá okkum er tøkt hvønn gerandisdag frá kl. 9 til 16. Vit eru altíð klár at hjálpa, um tú hevur spurningar ella ivamál.
Ja – um tú ætlar tær at brúka innloysing frá S5 online, skalt tú brúka Frisbee sum gateway. Frisbee er ein av teimum mest framkomnu og smidligu loysnunum í Danmark og gevur tær atgongd til eina rúgvu av funktiónum og gjaldsmøguleikum. Uppsetingin er bæði skjót og einføld – og vit hjálpa tær gjøgnum alla tilgongdina.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær


