Ein gjaldsavtala, sum gevur tær meir av tínum egnu pengum
Við S5 fært tú kappingarførar prísir, ein brúkaravinarligan kundaportal og persónliga hjálp. Hetta gevur tær fult tamarhald á øllum tínum fíggjarviðurskiftum.
















































S5 gevur tær ræðið á tínum gjaldingunum
Minni trupulleikar, meira vøkstur.
Fá fíggjarligar fyrimunir
Við S5 fært tú kappingarførar transaktiónsprísir, sum kunnu tryggja sparingar og betri inntøku til tínari fyritøku.
Persónlig og effektiv hjálp
Hjá S5 fært tú hjálp frá veruligum fólki, sum tosa eitt mál tú skilir. Vit tryggja skjóta og góða hjálp, so tú kanst savna teg um tína fyritøku.
Trygg og effektiv handfaring
Allar gjaldingar verða handfarnar við hægstu trygd, so tú kanst reka tína fyritøku við ró í sinninum.
Fult tamarhald á tínum fíggjarviðurskiftum
Okkara kundaportalur gevur tær fult yvirlit og tamarhald á øllum gjøldum og avrokningum. Og skuldi tú havt tørv á hjálp, eru vit altíð til reiðar at vegleiða.
Lars Boye
Indehaver, Guldsmed Boye

Vit finna røttu loysnina til tín
+298 209905

Fá eitt tilboð
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
FAQ
Her finnur tú svarini upp á teir mest vanligu spurningarnar um okkara gjaldsavtalu – bæði til fysiskar handlar og nethandlar
Ein gjaldsavtala frá S5 gevur tær atgongd til serliga kappingarførar transaktiónsprísir. Prísir, sum áður bara vóru tøkir fyri stórar fyritøkur, eru nú eisini atkomuligir fyri teg. Hetta merkir lægri transaktiónsgjøld og betri fortreytir fyri vøkstri.
Við S5 kemur tú sera skjótt í gongd – vanliga innan fáar arbeiðsdagar. Vit syrgja fyri, at uppsetingin er bæði skjót og ómakaleys, so tú skjótast gjørligt kanst fáa ágóðan av lágum transaktiónsgjøldum.
Nei, tú nýtist ikki at skifta tín gjaldsterminal. So leingi tú hevur eina Dankort avtalu á terminalinum, kunnu vit hjálpa við at flyta gjaldsavtaluna. Tó velja nógvir av okkara kundum ein gjaldsterminal frá S5 saman við okkara gjaldsavtalu.
Ja – Um tú ynskir at nýta eina S5 gjaldsavtalu á netinum, skalt tú eisini brúka Frisbii sum gjaldsgateway. Frisbii er ein av teimum mest nútímans og fleksiblu gatewayum í heiminum og gevur tær atgongd til eina rúgvu av funktiónum og gjaldsháttum. Uppsetingin er bæði skjót og løtt – og vit hjálpa tær sjálvandi allan vegin
Les meira um okkara loysn til online sølu – her finnur tú alt, sum skal til fyri at koma í gongd.
Við S5 kanst tú taka ímóti øllum teimum mest brúktu kortunum – so sum Visa, Mastercard og Maestro – so kundarnir hjá tær altíð kunnu gjalda, sum teimum hóvar. Velur tú samstundis ein S5 terminal, fært tú eisini møguleika fyri nándgjaldingum, Apple Pay o.a. Les meira her um, hvussu Apple Pay kann gagna tínari fyritøku.
Tú fært eitt fult yvirlit yvir tínar Visa-, Mastercard- og Maestro transaktiónir í okkara kundaportali. Vit vísa tær, hvussu kundaportalurin virkar, so tú uttan trupulleikar kanst halda skil á øllum transaktiónunum.
Við S5 velur tú sjálv/ur, um tú vilt hava útgjald hvønn dag ella einaferð um vikuna. Soleiðis hevur tú altíð rásarúm og atgongd til tínar pengar, tá tú hevur brúk fyri teimum.
Fyrisitingin hevur opið frá kl. 9 til 16 mánadag til fríggjadag, og okkara tekniska support er tøk frá kl. 9 til 22, mánadag til leygardag.
Ja, tað kanst tú. So leingi tú hevur ein gjaldsterminal frá S5, kanst tú velja eina gjaldsavtalu frá okkum.
Prísurin fyri eina gjaldsavtalu frá S5 er tillagaður til hvørja einstaka fyritøku. Vit brúka vanliga Interchange++ prísmodellið, har tú rindar kostprísin fyri hvørja transaktión umframt ein fastan sats. Ein gjaldsavtala frá S5 gevur tær atgongd til kappingarfør transaktiónsgjøld, sum kunnu minka tínar útreiðslur munandi.
Tað veldst um, hvussu nógv tú rindar í kortgjøldum í dag. Vit síggja tó ofta, at fyritøkur kunnu spara heilt upp til 30–40% samanborið við teirra núverandi gjaldsloysn. Rætta gjaldsavtalan kann tí hava stóran týdning fyri botnlinjuna.




